Hard rock

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Hard rock ella heavy rock eru undirbólkar av rock tónleiki, sum miðskeiðis í 1960'unum festi røtur gjøgnum "garage" og "psykodeliskum rocki" og er munandi harðari enn vanligur rocktónleikur. Tað er sermerkt av ovurnýtslu av "reingjaðum " el-guitarum, bass guitara, trummum og syntesaisarum.

Eyðkenni[rætta | rætta wikitekst]

Hard rock er sterkt inspirerað av blues tónleiki; Mest nýtti tónaskalin er tí hin pentatoniski, sum er vanligur í blueshøpi. Eldri bluestónleikur var akkustiskt grundaður. Hard rock tekur harafturímóti nýtslu av nýmótans ljóðførum, so sum elguitarum, trummum og bass. Ein merkisverdur munur frá tí traditionella blues tónleikinum er, at hard rock sjáldan er bundi at akkord gongdini I, IV og V sum síðani er bygd á 12 ella 16 taktum. Harafturímóti eru nógvar ymsar akkordir nýttar í hard rock tónleiki.