Henda fíla er frá Wikimedia Commons og kann verða brúka í øðrum verkætlanum.
Frágreiðingin á fílu frágreiðingar síðu er víst her niðanfyri.
Samandráttur
FrágreiðingHvalba Faroe Islands 12-08-2014.JPG
Føroyskt: Hin 12. august 2014 vóru grindaboð í Suðuroynni. Fyrst var óvist um grindin skuldi rekast inn á Trongisvág ella til Hvalbiar. Avgerð varð tikin um at reka grindina inn á Hvalba. Orsakað av at Sea Shepherd er farið í hernað móti grindadrápi í Føroyum frá juni til oktober 2014, so valdi løgreglan, ið hevur fingið styrk úr Danmark, at koma suður við tyrlu og at sperra økið av til tess av grindamenninir skuldu fáa frið at gera sítt arbeiði og fyri at minka um vandan fyri samanbrestum millum Sea Shepherd og grindamenn. Grindin kom tó ikki inn á Hvalba, veðrið var ikki av tí besta, nokk so fitt av vindi var og harður streymur, og grindin kavaði illa. At enda kavaði hon og grindamenninir sóu hana ikki aftur. Sýslumaðurin segði dagin eftir, at alt hevði riggað sera væl við at sperra økið av fram við strondini í Hvalba, og løgreglan kom á staði fáir minuttir eftir, at teir fingu boðini um at grind var funnin í Suðuroynni.
ognan – Tú mást ognarskrivað verkið á ein slíkan hátt sum er útgreinaður av høvundanum ella lisenseigaranum (men ikki á nakran hátt ið kundi bent á at hesin hevur góðkent teg ella tína nýtslu av verkinum).
deil undir somu treytum – Um tú broytir, evnar til ella byggir víðari á hetta verk, so kanst tú bert útgeva verkið undir somu ella líkandi lisensi sum hesin.