Jump to content

Muckle Roe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Muckle Roe
Landafrøði

Vídd 18 km²
Vatn - %

Umsiting
Land Hetland Hetland
Íbúgvalæra
Fólkatal 104 (2001)
Íbúgvatættleiki 5,9 /km²

Muckle Roe (norrønt: Mikla Rauðey, 'Mikla Reyð-oyggj') er ein oyggj í Saint Magnus Bay, vestanfyri Mainland í Hetlandi.

Hægsti heyggjur á oynni er eitt slóknað gosfjall ið nevnist South Ward (før. Syðra Vørðan) 169 m. Oyggin bestendur av reyðum granitti, harav navnið 'stóra reyða oyggin' (tað finst ein 'Little Roe' lítla reyð oyggj eisini). Í 1905 varð ein brúgv gjørd millum oynna og meginlandið. Oyggin er nevnd í Orkneyinga saga, sum er um søguna hjá Orkney frá 9. øld til umleið 1200.

Muckle Ayre Beach, (Mikli Oyri) á Muckle Roe.














Broytingin í fólkatali á Muckle Roe

[rætta | rætta wikitekst]
Brúgvin millum Muckle Roe og Mainland.
Ár Fólkatal
1851
290
1871
216
1881
230
1961
103
1971
94
1981
101
1991
115
2001
104


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið