Mošovce

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gomul byggilist í Mošovce

Mošovce er ein av teimum størstu bygdunum í tí søguliga økinum Turiek, sum nú liggur í Turčianske Teplice landslutinum í Žilina Regiónini í norður-Slovakia. Nógvir søguligir varðveittir bygningar eru í Mošovce. Tað fyrsta søguliga dokumentið, ið nevnir bygdina var frá 1233. Av fyrstan tíð var talan um tvey bústaðarøki, Machyuch og Terra Moys. Áin Mošovka rennur gjøgnum bygdina. Í bygdini eru fleiri minnisvarðar og søguligir bygningar, eitt nú er ein klassisk-rokoko harragarður frá seinna helmingi av 19. øld við enskum hava. Onnur støð, sum eru vitjunarverd í bygdini eru ein neo-gotisk katólsk kirkja, ein luthersk kirkja frá 1784 og eitt mausoleum sum nú er eitt museum.

Mošovce er føðibygdin hjá kenda Slovakiska skaldinum Ján Kollár. Húsið har hann varð føddur er eisini eitt stað, ið ferðafólk plaga at vitja.

Fólkatalið í Mošovce er minkað tey seinastu árini og var 1380 í 2001, sum var 7,4% minni enn í 1994.

98.62% av íbúgvunum eru slovakar, 0.72% eru úr Kekkia og 0.14% eru úr Ungarn.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið