Jump to content

Músabróðir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mortítlingur)
Músabróðir, Mortítlingur


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Troglodytidae
Slekt: Troglodytes
Slag: T. troglodytes
Músabróðir.
Troglodytes troglodytes
Cuculus canorus canorus + Troglodytes troglodytes

Músabróðir ella mortítlingur (frøðiheiti - Troglodytes troglodytes) livir um allan heim. Omaná er hann morreyður, í neðra gráligur við svørtum rondum. Eisini honum dámar best, har sum grýtut er, sum í bjørgum og urðum ella við garðløg og veggjahús. Reiðrið hevur hann millum steinar, ella hann heingir tað upp undir væðingina á húsum — sethúsum líka væl sum úthúsum. Frálíka væl er tað gjørt; gras og mosa fløkir hann fast saman til ein snøggligan rundan knøtt við rúmi innan til at verpa og verma í — ytst eru nøkur grov strá til at halda saman, innast er mjúkasti mosi ella fjøður. Dyrnar eru á síðuni, eitt hol so trongt, at eingin annar fuglur sleppur inn at gera honum ónáðir. Báðir makarnir eru um verkið, og sama reiðrið nýta teir í mong, mong ár — við uppábót sjálvsagt. Har inni verpur bøgan so 6—8 elalítil hvít egg við reyðum prikkum. Eftir 13 døgum eru ungarnir útkomnir. Oftast klekja teir gomlu tá aftur aðru ferð. Fyrst, ið ungarnir koma úr reiðrinum, eru teir sera ússaligir at flúgva, og stinnfloygdur fuglur verður músabróðir aldri. Men fermur og fimur er hann, kvikur til fóts, kimiligur og knappur í vendini, so tað er lítið meir enn at eygleiða hann. Friður er ikki í honum, hoppar, titar, støkkur runt í heilum, skimast og kagar eftir øllum, smýgur inn í hvørja holu — so hann kann væl eita músabróðir. Altíð er hann fróur og kátur, syngur bæði árla og síðla, og syngur fagrast av øllum Føroya fuglum — og so harðmælt hatta lítla er! Um summarið trýtur ikki føðin, grindalokkar, flugur, smáir ormar o. a. Men í kava er ofta svangligt; tá leitar hann at húsum, stundum inn í hjallarnar at pikka mottu, ella hann setur á krovini. Kuldin sýnist ikki at rína á honum. Í tættasta kavaroki, tá ið hinir fuglarnir kúra og krógva seg, tá hoppar hann líka fúsur og bragdligur millum holurnar. Og so skjótt hann kennir ein linna í rokinum, sker hann í at syngja, so glaðliga, at fólk lívast upp og fær kenslu av sól og várlýkku. — Mangur hevur roynt at ala hann, men í búri livir hann ikki.[1]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið