Minningardagur teirra sjólátnu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Minnisvarðin í Porkeri

Minningardagur teirra sjólátnu er 1. november, Alhalgunadag. Í Føroyum verður dagurin hildin við, at í nógvum bygdum er minningarhald við minnisvarðarnar yvir sjólátin, og minnisgudstænastur eru í summum kirkjum. Eftir 2. heimsbardaga var umrøtt at áseta ein almennan flaggdag til minnis um teir, sum vóru farnir á sjónum, og 15. mars 1949 var samtykt, at halda allahalgannadag, 1. november, sum minningardag teirra sjólátnu. Tá eigur Merkið at vera á hálvari stong.