Mie Østergaard Nielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Mie Ø. Nielsen
Kazan 2015 - Mie Nielsen starts 100m backstroke final.JPG
Persónlig kunning
Fult navn Mie Østergaard Nielsen
Tjóðskapur  Danmark
Fødd(ur) (1996-09-25) 25. september 1996 (aldur 21)
Aalborg, Danmark
Hædd 184 m (603 ft 8 in) (2012)[1]
Vekt 67 kg (148 lb) (2012)[1]
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Rygg
Felag Aalborg Swimming Club[1]
Venjari Eyleifur Jóhannesson

Mie Østergaard Nielsen (fødd 25. september 1996 í Aalborg) er ein danskur svimjari. Bæði foreldur hennera eru fyrrverandi svimjarar, pápin er Benny Nielsen, sum vann silvur í 200 m firvald á Summar-OL 1988 og Lone Jensen, sum m.a. luttók á HM í svimjing í 1978. Mie eigur fleiri donsk met í ryggsvimjing. Hon vann sítt fyrsta altjóða heiðursmerki á EM á stuttgeil í 2011 í Szczecin í Póllandi, har hon vann fýra heiðursmerki og varð nevnd sum newcomer of the championship. Hon vann tvey junior EM gull heiðursmerki í 2011 í 50 og 100 m rygg, og tvey ár seinni vann hon sítt fyrsta EM gull heiðursmerki fyri vaksin í individuellari kapping í Herning í desember 2013, bert 17-ára gomul. Hon vann við tíðini 0:55.99, sum var nýtt evropeiskt seniormet.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 1.2 "Mie Nielsen". london2012.com. http://www.london2012.com/athlete/nielsen-mie-1081831/. Heintað 21 July 2012.