Jump to content

Miðjarðarhavsveðurlag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Veðurlagið við Miðjarðarhav nevna vit miðjarðarhavsveðurlag. Runt um Miðjarðarhavið er miðjarðarhavskjarr, sum her á Kýpros. Eisini her er summarið heitt og turt og veturin mildur og slavin.

Miðjarðarhavsveðurlag er ikki einans í økinum kring Miðjarðarhavið. Líknandi veðurlag og vøkstur er eisini aðrastaðni, eitt nú í Kalifornia og landslutum í Avstralia, Suðurafrika og Kili. Har er heitt og turt um summarið og lýtt og slavið um veturin. Fyri fleiri túsund árum síðan vóru stórir leyvskógir her. Skógirnir vórðu feldir og eru mest sum horvnir nú. Víð øki eru nú í staðin beitilendi hjá seyði og geit. Bitið elvdi til, at vøksturin broyttist. Kjarr og vøkstir, sum dýr ikki kundu eta, breiddu seg. Á henda hátt kom tann vøksturin, sum vit nevna miðjarðarhavskjarr. Meginparturin av økjunum við miðjarðarhavskjarr eru í dag olivin­ lundir, sitruslundir og vínakrar. Leyvtrø, sum trívast í miðjarðar­havs­ veðurlagi eru lavrberjatrø, myrta, eik, bók og kastanjutrø.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið