Metallica

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Metallica í 2008. Frá vinstru til høgru: Kirk Hammet, Lars Ulrich, James Hetfield, Robert Trujillo.

Metallica er ein amerikanskur bólkur, ið byrjaði í 1981Los Angeles í Kalifornia) og leikar enn í dag. Bólkurin hevur fýra limir: James Hetfield (sangur og gittar), Kirk Hammett (gittar), Robert Trujillo (bass) og Lars Ulrich (trummur). Metallica hava givið níggju album, níggju Grammies, 26 musikvideo og 37 singlar út síðan bólkurin byrjaði. Teirra album Metallica, ið eisini er kent sum "Black Album" hevur selt yvir 20 milliónir og er vátta 16x platinum av Recording Industry Association of America (RIAA) í 13. December, 2012.

Byrjanin, Kill 'Em All (1981-83)[rætta | rætta wikitekst]

Metallica byrjaði í Los Angeles, Kalifornia í 1981, tá ið Lars Ulrich koyrdi eina lýsing í blaðið "The Recycler", ið las: "Drummer looking for other metal musicians to jam with Tygers of Pan TangDiamond Head and Iron Maiden." ("Trummuspælari, ið leitar eftir aðrir metal tónleikarir at spæla Tygers of Pan Tang, Diamond Head og Iron Maiden saman við") James Hetfield svaraði lýsingina við at ringa til Lars. James var ógvuliga smæðin tá hann var ungur, og mátti fáa eitt skump frá vinmannin Hugh Tanner. Aftaná Lars og James høvdu spælt saman, sóu teir møguleikar. Teir fóru at taka ein sang upp til Metal Massacre hjá Metal Blade Records. Teir fingu vinin, Ron McGovney at spæla bass, og Dave Mustaine (nú Megadeth) á gittar. Sangurin fekk nóg nógva uppmerking til at spæla teirra fyrsta framførslu í 1982. Lars fekk Ron Quintana at finna uppá nøvn til teir. Til endans kundi hann velja ímillum MetalMania og Metallica, har hann valdi tað seinna. Metallica var enduliga stovna.

James og Lars vóru ónøgdir við Ron McGovney, og ætlaðu at skifta hann út. Á ein túr í Whisky A Go Go, ein bar í Hollywood, hoyrdu teir Cliff Burton spæla. Báðir James og Lars elskaðu tað ljóði Cliff fekk sín bass at gera. Teir fóru upp til hann og prátaðu um hann vildi vera við í bólk teirra. Cliff var við uppá tað, men hann vildi hava teir at flytta til San Francisco. Cliff Burton kom uppí Metallica, og teir fluttu. Tá vóru teir klárir at geva eitt album út, tó funnu teir útav at teir ikki høvdu nóg nógvan pening til at upptaka tað. Megaforce Records góvu teimun møguleikan at taka fløguna upp. Tá teir skuldu byrja at taka upp, blakaðu teir Dave Mustaine út úr bólkinum vegna hansara alkahol misnýtslu, ið seinni leiddi til ein beiskan Dave seinni í árini. Hann dámdi ikki Kirk Hammet, tí hann helt hann stjala sítt pláss. Sama dag fingu teir Kirk Hammet at taka yvir. Kirk fekk boð tá hann bleiv ringdir upp, meðan hann sat á vesi 1. Apríl og helt tað var aprílsnar, men kom kortini. Teir vóru klárir at gera fløguna uttan fleiri trupulleikar. Tá teir vóru lidnir, máttu teir komu upp við navn til fløguna. Teir høvdu avtalt at fløgan skuldi eita "Metal Up Your Ass", men tað hildu Megaforce Records ikki teir kundu geva út og Cliff svaraði skemtiliga "Kill 'em all" til Megaforce, tí teir ikki vildi geva eitt óhóskandi navn út. Á henda hátt kom navnið á fyrstu fløguna hjá Metallica. Saman við Raven byrjaðu teir ein tour, ið æt Kill 'Em All for One.

Ride the Lightning, Master of Puppets (1984-1986)[rætta | rætta wikitekst]

Í byrjanin av 1984 koyrdu Metallica runt í Holland saman við bólkinum Venom. Seinni á árinum gjørdu teir fløguna Ride the Lightning. Fløgan var tikkin upp í Sweet Silence Studios í Danmark og bleiv koyrd út Augustmánaðin, 1984 og rakti nr. 100 á Billboard 200. Í Septemburmánaðin sá stjórin á Elektra Records, Michael Alago, Metallica spæla. Hetta vakti undran hjá honum, ið leiddi til Metallica blivu skrivdir til Elektra. Bólkurin byrjaði at vaksa skjótt og teir byrjaðu eisini sítt fyrsta tour í Evropa og fóru so aftur til Amerika fyri ein annan tour saman við W.A.S.P. og í 1985 spældi teir eina stóra konsert, Monsters of Rock, saman við Bon Jovi og Ratt, í Ongland, har ið 70.000 fólk komu at lurta. Triðja fløguna hjá Metallica, Master of Puppets, ið eisini var tikkin upp í Sweet Silence Studios í Danmark, var koyrd út í 1986. Tað var kalt í rúminum, teir spældi fløguna inn, ið mangt annað gav trummirnar eitt annað ljóð. Fløgan er ofta tosa um sum bestu fløguna hjá Metallica.

Seinni á árinum 1986 koyrdu Metallica í ein bus í Svøríki í samanhang við teirra 'Damage Inc.' tour. Í bussinum spældu Kirk og Cliff kort um hvør fekk ovara song, har Cliff vann. Tíðverri koyrdi bussurin útav vegnum og Cliff var sendur úr vindeyga og undir bussin, ið kom dettandi aftaná. Fólkini við bussin royndu at fáa bussin av honum við kranabil, men tó mistu teir bussin, ið lendi á Cliff enn einaferð og hann doyði á staðnum.

Metallica Logo

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið