Jump to content

Meryl Streep

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Meryl Streep (2008)

Meryl Streep (doypt Mary Louise Streep) (* 22. juni 1949 í New Jersey) er ein amerikonsk sjónleikarinna.

Meryl Streep hevði sína fyrstu framførslu á palli í 1971 í leikinum 'The Playboy of Seville', áðrenn hennara fyrsta filmsleiklut í sjónvarpsfilminum 'The Deadliest Season' í 1977. Hon hevur havt nógvar stórar leiklutir, nakað ið eisini sæst aftur í hennara nógvu oscarnomineringum. Heilar 16 ferðir er hon nominerað (3 ferðir fyri besta kvinnuliga leiklut og 13 ferðir fyri besta kvinnuliga hjáleiklut) tvær ferðir hevur hon vunnið. Fyrstu ferð í einum hjáleikluti fyri Kramer vs. Kramer (1979), aðru ferð sum besti sjónleikari fyri Sophie's Choice (1982). Hon fekk eisini ein Life Achievement Award frá tí amerikanska filmsinstituttinum (AFI) í 2004 fyri umfatandi karrieru sína. Meryl Streep var nominerað til ein Oscar í Oscarhandanini í 2009, fyri 'Besta kvinnuliga høvuðsleiklut', í filminum Doubt (2008), men vann hann ikki.

Privatlív

[rætta | rætta wikitekst]

Sum heild vita fólk lítið um Meryl Streep, hon verjir sítt privatlív og er kend fyri at siga; "eg eri ein sjónleikarinna, ið fari heim aftaná arbeiðstíð".

Filmografi

[rætta | rætta wikitekst]

Leinki úteftir

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið