Mellerud
Appearance
Mellerud er ein býur í Melleruds kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 750 íbúgvar (2010).[1]
Tufflur úr træ vóru framleiddar í Mellerud av verksmiðjuni AB Melleruds Skoindustri frá 1909 til 1975, tá ið verksmiðja læt aftur. Tá ið verksmiðjan byrjaði í 1909, var navnið E R Anderssons Trätoffelfabrik. Tey fyrstu árini helt tufflu-verksmiðja til í leigaðum hølum, men í 1918 varð ein nýggjur bygningur bygdur til framleiðsluna, og í 1960 vórðu nýggir verksmiðjubygningar bygdir, og teir gomlu vóru tiknir niður í 1971. Í 1970-árunum arbeiddu gott 50 fólk á verksmiðjuni, har tey framleiddu umleið 1500 tufflur um dagin. Hesar vórðu útfluttar til eitt nú Týskland, Noreg og USA undir vørumerkinum Dalbo Toffeln.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]