Jump to content

Matteo Renzi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Matteo Renzi

Matteo Renzi (føddur 11. januar 1975 í Firenze) er ein italskur politikari fyri Demokratiska Flokkin (Partito Democratico). Hann var forsætisráðharri í Italia frá februar 2014 til desember 2016.[1][2] og síðan 2013 formaður fyri sín flokk. Hann er útbúgvin løgfrøðingur. Napolitano forseti heitti á hann um at skipa stjórn hin 17. februar 2014. Hin 21. februar hevði hann nøvnini klár til nýggju stjórnina, og dagin eftir, hin 22. februar 2014, varð Renzi útnevndur sum forsætisráðharri í Italia, og gjørdist harvið tann yngsti nakrantíð, sum hevur verið forsætisráðharri í Italia, hann var 39-ára gamal, tá hann gjørdist forsætisráðharri.[3] Hann var borgarstjóri í Firenze frá 22. juni 2009 – 4. mars 2014 og forseti í Firenze landslutinum frá 2004 til 2009.

  1. "Giunta comunale". http://www.comune.fi.it/export/sites/retecivica/comune_firenze/comune/giunta/index.html. Heintað 7. juni 2015. 
  2. "Elezioni Comunali Turno di ballottaggio 21–22 giugno 2009" (in Italskt). Comune di Firenze. 2009. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-18. https://web.archive.org/web/20131018043524/http://www.comune.firenze.it/elettorale/refeball2009/ballottaggio.htm. Heintað 22. februar 2014. 
  3. Frankfurter Allgemeine Zeitung, nettutgaven: Neuer italienischer Regierungschef Renzi vereidigt vitjað 22. februar 2014


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið