Jump to content

Matsuo Basho

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Standmynd av Matsuo Bashō í Ogaki, Gifu.

Matsuo Bashōjaponskum: 松尾芭蕉 Matsuo Bashō), føddur 1644, deyður 28. november 1694 var haigo (ella haiku) dulnevni fyri ein japanskan yrkjara í Tokugawa-tíðarskeiðnum. Hann fær vanliga æruna fyri at hava fingið haikuyrkingina upp á tað høga støði, sum hon er á nú, men í hansara livitíð var hann betri kendur sum yrkjarin handan haikai no renga (eitt slag av rættiliga skemtiligum yrkingum, sum ofta vóru skrivaðar sum eitt slag av ketuyrkingum). Í 19. øld vóru tær fyrstu linjurnar av renga (tað sonevnda hokku), sum vóru umskapaðar til eina sjálvstøðuga bókmentaliga sjangru, kend sum haikai. Tað var ein yrkjari frá Meiji-tíðarskeiðnum, Shiki, ið fyrstu ferð nevndi hesar yrkingar fyri haiku.



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið