Jump to content

Matrikulering

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Matrikulering er definering av einum øki til eigaraskap, nýtslu og tinglýsing fyri tí orðsøk at lætta um umsitingar krøv hjá eigarum og landinum.

Landsstýrismaðurin kann, tá ið eitt kommunustýri (býráð ella sóknarstýri) mælir til tess, góðkenna býarskipan fyri hesa kommunu ella ein part av henni. Tá ið annars hildið verður neyðugt at fáa gjørda býarskipan fyri eitt vist øki, kann landsstýrismaðurin, um býarskipanarnevndin tekur undir, fyriskipa tí ella teimum kommunustýrum at útvega eina býarskipan. Kortini kann ikki verða kravt, at kommunustýrið skal hava fingið býarskipan í lag við styttri enn 2 ára ávaring. Somu treytir galda, tá ið hildið verður neyðugt at broyta eina áður góðkenda býarskipan.[1]

Í býarskipanarnevndini sita 5 limir, valdir soleiðis: Landsstýrismaðurin velur 3 limir í nevndina, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 2 limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 1 og Kommunusamskipan Føroya 1.[1]

Í eini býarskipan skal verða greitt frá, hvussu økið, ið skipanin umfatar, er vorðið í løtuni, og hvussu tað er ætlað skipað og bygt.[1]

Síð Eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. 1.0 1.1 1.2 "Føroya Lógsavn". Føroya Løgting. 21 maj 1954. https://logir.fo/Logtingslog/13-fra-21-05-1954-um-byarskipanir-og-byggisamtyktir-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-81.