Mary Wollstonecraft

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mary Wollstonecraft (um 1797)

Mary Wollstonecraft (úttala: /ˈwʊlstənkrɑːft/; fødd 27. apríl 1759 í Spitalfields, London, deyð 10. september 1797 í Somers Town, London) var enskur rithøvundur, heimspekingur og undangongukvinna í stríðinum fyri kvinnurættindum.

Hon er mest kend fyri bókina A Vindication of the Rights of Woman frá 1792, eins og hon er kend fyri ferðafrásøgnina Letters Written During a Short Residence in Sweden, Norway, and Denmark frá 1796, sum gjørdist best umtókta bókin hjá henni um hesa tíðina.[1]

Hon er móðir Mary Shelley, rithøvund.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið