Martin Holm
Appearance
Martin Holm | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 18. des 1909 í/á Hvalba |
Andaðist | 26. sep 1970 í/á Mykines |
Alma mater | Q12344075 |
Starv | politikari, head teacher, ítróttarleiðari |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti |
Martin Holm varð føddur í Hvalba 18. desember 1909. Hann tók læraraprógv á Vordingborg Seminarium í 1933; hann sat í lærarastarvi ymsa staðni í Danmark, til hann í 1945 flutti heim aftur til Føroya, har hann fekk starv við Føroya millum- og realskúla í Havn. Í 1962 varð hann settur sum adjunktur við Føroya Læraraskúla og sum rektari við sama skúla frá 1. august 1965.
Holm tók sum umboð fyri Fólkaflokkin lut í føroyskum politikki og var tingmaður tvey valskeið 1946-1954. Hann var formaður fyri Ítróttarsamband Føroya 1946-1962 og blaðstjóri á "Ítróttartíðindum" 1947-1961. Martin Holm doyði 26. september 1970 í flogvanlukkuni í Mykinesi.[1]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Navnalæra í fimleiki, 1969, bók til skúlabrúks.