Jump to content

Marius Gad

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jakob Marius Elieser Kristian Gad
Føddur 8. apríl 1827
Nes prestagarði
Nes, Eysturoy Føroyar
Doyði 29. oktober 1902
Keypmannahavn Danmark
Útbúgving Cand. Polit
Yrki Búskaparfrøðingur / Politikkari / Rithøvundur
Hjúnafelagi Emilie Agnete Foss
Foreldur Jørgen Gad, prestur á Nesi og Frederikke Dorothea f. Kornerup
Børn Anna Sophie Gad, Laurids Frederik Gad, Christiane Agnes Johanne Gad

Jakob Marius Elieser Kristian Gad (f. 8. apríl 1827 í Nes prestagarði á Nesi – d. 29. oktober 1902 í Keypmannahavn) var ein føroyskur-danskur búskaparfrøðingur og politikari.

Marius Gad var sonur Jørgen Gad (1799-1879), ið var pestur á Nesi 1824-1832. Efter at hava tikið studentsprógv í Kolding í 1845 fór Marius undir at lesa stjórnarfrøði (statsvidenskabelige studier), men mátti avbróta lesnaðin meðan hann tók lut í 1. slesvigska krígnum, har hann varð útnevndur til sekondløjtnant i artillarínum (1850). Efter at hava tikið lesnaðin uppaftur gjørdist Marius Gad í 1854 cand.polit.. Hann gjørdi síðan voluntørtænastu í Krígsmálaráðnum í eina tíð og fekk seinni arbeiði í einum handislhúsi í Keypmannahavn. Í 1859 kom hann aftur í Krígsmálaráðið sum ’kancellist’. Eftir at han í 1863 varð útnevndur til premierløjtnant, bleiv han í 1864 skrivari hjá sjefinum fyri ’Armeens intendantur’ og í 1868 fulltrúi i Krígsmálaráðnum, inntil han 5. januar í 1878 varð útnevndur stjóri fyri Kongerigets statistiske Bureau, sum han stjórnaði inntil 1895, tá hann bleiv stjóri fyri ’Finansministeriets 2. Revisionsdepartement’.

Í 1856 giftist hann Emilie Agnete Foss (9. november 1825 – 3. apríl‎ 1886), dóttur borgmeistaran Laurits Foss og Frederikke Agnete f. Smith.

Marius Gad var í tíðarskeiðnum 1854-1879 lærari í búskaparfrøði og hagfrøði (statistikk) á ’Grüners Handelsakademi’, har hann gjørdist limur í, og seinni formaður fyri, ’Kontrolkomitéen’. Frá 1877 var hann próvdómari (censor) við ’den statsvidenskabelige eksamen’ og í 1887 varð hann útnevndur limur í nýstovnaða ’Jernbanerådet’, har hann sat til ráðið varð avtikið í 1893. Hann hevur eisini virkað sum hagfrøðiligur og búskaparfrøðiligur rithøvundur, lutvíst í ymsum tíðarritum og bløðum, lutvíst við eini lærubók í búskaparfrøði, sum kom út fyrstu ferð í 1859 og sum serliga gjørdist kend í Svøríki, og lutvíst við eini kappingarritgerð til professaraembætið í búskaparfrøði (statsøkonomi): Om Forskjellen mellem direkte og indirekte Skatter (1863) og loksins við teim sera væl skrivaðu ársritunum ”Fremstilling af Danmarks Statistik” (fyrstu ferð í 1859). Frá 1871 var hann limur í ’Landmandsbankens bankråd og delegation’.

Marius Gad varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í Fredericia valdømi í 1858 og umboðaði hetta valdømið í 18 ár. Í 1879 varð hann valdur í Fólkatingið í ’Keypmannahavnar 6 valdømi’ (Københavns 6. valgkreds), sum hann umboðaði til 1895, tá hansara politiska karriera endaði. Fólkatingið valdi hann til ríkisgrannskoðara (statsrevisor) í 1864-1865 og 1866-1872. Hann varð limur í tí stóra stjórnarflokkinum inntil stjórnarskipanarbroytingina í 1866, tá hann gjørdist formaður í ’Mellempartiet’, men tá hesin flokkur varð upploystur í 1876, fór hann upp í flokkin ’Højre’.

Marius Gad bleiv Riddari av Dannebrog 1883, Dannebrogsmand 1888 og Kommandørur av 2. grad 1897 og bar m.a. eisini heiðursmerkið frá 'Nordstjerneordenen'.

  • Harald Westergaard, "Gad, Jakob Marius Elieser", í Dansk Biografisk Lexikon, København: Gyldendal 1887-1905.

Ekstern leinki

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið