Jump to content

Maria R. Mikkelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Maria Rebekka Mikkelsen (23. juni 1877 í Havn - 12. februar 1956). Hon var ættað úr Dalólastovu í Havn og hevur tí eisini verið nevnd Maria í Dalólastovu. Í 1898 fór hon til Keypmannahavnar, har hon fyrst arbeiddi í bókahandli og seinni á Ríkisskjalasavninum. Hon gjørdist virkin í Føringafelagnum. Hon hevur yrkt og skrivað nakað, men varð serliga kend sum álitisfólkið, ið hjálpti og eggjaði øðrum, ið skrivaðu.