Malagavín
Appearance
Malagavín stavar frá býnum við sama navnið á sólstrondini í Spania. Upprunaliga var tað kallað Málaga siroppur, tí tað var so søtt. Í dag eru nógv ymisk sløg av Malaga, og tey spenna frá at vera søt til at vera hálvturr. Liturin kann vera alt frá gulum til svart, og smakkurin fer frá at vera fruktkendur og lættur, serliga í ungum vínum, til at vera meiri samansettur og tungur í teimum búnu vínunum. Fínaru sløgini av Malaga verða goymd á eikifati í 2 til 5 ár, men fínaru sløgini ligga longri.