Jump to content

Magnus Carlsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Magnus Carlsen

Sven Magnus Øen Carlsen (føddur 30. november 1990 í Tønsberg) úr Noregi er heimsins fremsti telvari. Í november 2013 vann hann heimsmeistaraheitið, tá hann vann á Viswanathan Anand og í november 2014 endurvann hann heimsmeistaraheitið, tá ið hann telvaði ímóti Anand og vann hann 6,5 - 4,5.

Í januar 2013 náddi hann tað hægstu FIDE-ratingina gjøgnum tíðirnar við 2861 stigum,[1] seinni økt til 2870. Carlsen gjørdist stórmeistari (GM) í talvi í 2004, tá var hann 13 ár, 4 mánaðir og 27 dagar. Hann bleiv tá tann næstyngsti stórmeistarin gjøgnum tíðirnar.[2] Carlsen varð í januar 2006 fyri fyrstu ferð mettur at vera ein av heimsins 100 bestu telvarum.[3] Í 2007 vann hann sína fyrstu superkapping í Biel og í apríl 2008 var hann fyri fyrstu ferð styrkismettur sum ein av heimsins 10 bestu telvarum. Carlsen hevur vunnið eina røð av superkappingum og hevur síðan januar 2010 við bara trimum undantøkum (tá nr. 2 eftir Viswanathan Anand, síðst í mai 2011) verið styrkismettur sum heimsins besti telvari.[4] Magnus Carlsen hevur fingið Talv-Oscar sum heimsins besti telvari í 2009, 2010 og 2011. Í 2009 fekk hann harumframt eina eyka virðisløn frá dómarunum undir ítróttargallaveitsluni. Í 2011 fekk hann Peer Gynt-virðislønina sum tann yngsti vinnarin av virðislønini nakrantíð.

  1. Ratings.fide.com
  2. Chessbase.com
  3. Ratings.fide.com
  4. Ratings.fide.com


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið