Magnus Brostrup Landstad

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Magnus Brostrup Landstad.

Magnus Brostrup Landstad (* 7. oktober 1802 í Måsøy, Noreg – † 8. oktober 1880 í Kristiania) var ein norskur prestur, sálmayrkjari og savnari av fólkalívsminnum. Hann var systkinabarn Hans Peter Schnitler Krag. Landstad er serliga kendur fyri sínar sálmayrkingar og savnan av fólkalívsminnum. Í Seljord liggur 'Landstad-instituttet', uppkallað eftir honum. Sálmabókin hjá Landstad var autoriserað til gudstænastubrúk í norsku kirkjuni í 1869, og so við og við gjørdist hon tað tjóðskaparliga sálmaverkið ið Landstad hevði ynskt. Ludvig Mathias Lindeman gjørdi løg til nógvar av sálmunum. Í 1852 gav Landstad út kvæðasavnið Norske Folkeviser skrivað á tí nýgjørda landsmálinum.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið