Mýrikøttur
Jump to navigation
Jump to search
![]() | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
![]() | ||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||
|

Mýrikøttur upprættur við holuna á varðhaldi móti ránsdýrum.
Mýrikøttur (ella surikøttur) ,(frøðiheiti - Suricata suricatta) er í ætt við mangustar og heldur til á turru savannunum sunnarlaga í Afrika. Hann verður um 60 cm langur og livir av skordýrum, eðlum og øðrum smádýrum. Hann er floksdýr, og við sínum longu, hvøssu klóm grevur hann sær jarðholur.
Enska navnið "Meerkat" er lænt úr afrikaans málinum (av hollendskum uppruna) har orðið merkir "vatn- ella mýrikøttur".