Mélanie René
Appearance

Mélanie René (fødd 1. september 1990) er ein sveisisk songkvinna av móritiskum uppruna. Hon er kend fyri at umboða Sveis í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Time to Shine".
Mélanie er dóttir tónleikara, og hon uppdagaði kærleikan til tónleik, tá hon var sjey ára gomul. Í 2010 flutti hon til Onglands, har hon las á kendu skúlunum ACM (Academy of Contemporary Music) og BIMM (Brighton Institute of Modern Music). Tað var undir lestrartíðini í Onglandi, at hon skrivaði Eurovision-sangin "Time to Shine".[1]
