Måløy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Måløy

Måløy er ein býur í Vågsøy kommunu í Sogn og Fjordane í Noregi. Bygdin hevur 3 242 íbúgvar (2013). Býurin liggur á landsynningssíðuni á oynni Vågsøya, og er ein av Noregs týdningarmiklastu fiskivinnuhavnum. Måløy fekk býarstatus í 1997. Postnummarið er 6700.

Eftir at Måløy fekk býarsstøðu, gjørdist Halnes og Holvik í suðri og Polljen (Trollebø, Degnepoll, Skavøypollen, Tennebø, Blålida og Nygård) í vestri ein partur býnum.

Måløy var partur av Sør-Vågsøy kommunu 1910-1964.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið