Lviv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Lviv liggur í vestara partinum av Ukraina, einar 60 kilometrar frá pólska markinum. Býurin hevur eina langa og meldurkenda søgu, ið gongur heilt aftur til 1256, tá býurin varð grundaður. Men gjøgnum tíðirnar hevur Lviv í fleiri umførum skift tilknýti og menti seg til størsta býin í Galisia-økinum, men menti seg eisini til ein mentanaðarligan miðdepil millum Kyiv, Varsjava og Krakow. Lviv hevur gjøgnum tíðirnar ofta skift navn – alt eftir, hvørjum Lviv hoyrdi til: Lwów, tá býurin hoyrdi til Pólland, Lemberg, tá býurin var partur av keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, Lvov, tá býurin eftir Seinna heimsbardaga gjørdist partur av ukrainska lýðveldinum í Sovjetsamveldinum.

Av tí at Lviv liggur heilt í vestara parti av Ukraina, so verður hugt meira móti Europa enn móti Moskva. Býurin var til dømis rættiliga sentralur undir appilsingulu kollveltingini í 2004, og var eisini – eftir Kyiv – mest týdningarmiklasti býurin undir Majdan kollveltingini í 2014. Býurin slapp rættiliga væl undan at verða bumbað undir Seinna heimsbardaga, og slapp eisini væl undan harðrenda Stalin-stýrinum. Umleið helvtin av øllum fornminnum í Ukraina eru í Lviv.