Jump to content

Limfjørðurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Limfjørðurin skilur Norðurjútland frá restini av Jútlandi.
Limfjordsbrúgvin millum Aalborg og Nørresundby.
Aggersundbrúgvin
Limfjørðurin í januar 2010
Limfjørðurin nærindis Gjøl

Limfjørðurin er eitt sund í Danmark, sum liggur í norðara partinum av Jútlandi. Sundið er er 180 km langt, kloyvir Jútland heilt úr Hals til Thyborøn og skilur sostatt Norðurjútland, sum er næststørsta oyggin í Danmark, frá restini av Jútlandi.

Danski býurin Aalborg liggur báðumegin fjørðin. Limfjordsbrúgvin bindur býarpartarnar norðan fyri og sunnan fyri fjørðin saman. Eitt sindur longri vesturi fer Aggersundbrúgvin um Limfjørðin og bindur saman Himmerland og býurin Aggersund. Oddesundbrúgvin bindur saman Struer og Thyholm. Heilt vestarlaga liggur Thyborøn við fjarðarmunnan á Limfjørðinum út til Vesturhavið.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

"Limfjorden - By- og Landskabsstyrelsen". blst.dk. 30. juli 2009. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-19. http://archive.today/hpR1z. 

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið