Jump to content

Leopardsnigil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Limax maximus)
Leopardsnigil

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Undirflokkur: Heterobranchia
Yvirhópur: Hygrophila
Hópur: Pulmonata
Undirhópur: Stylommatophora
Ætt: Limacidae
Slekt: Limax
Slag: L. maximus

Leopardsnigil (frøðiheiti - Limax maximus) varð fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 2003. Hann varð funnin á Toftum og hildið var at hann bara fanst har, men ein 'eftirlýsing' í Dimmalætting vísti at hann fanst yvir stórar partar av Eysturoy og Suðurstreymoy uttan at fólk høvdu givið sær far um tað.

Leoparsnigil stavar frá Vesturevropa.

Leopardsnigil er nú størsti snigil í Føroyum, áður var tað svarti snigil. Leopardsnigil kann gerast upp til 200 mm langur. Hesin snigil er sera litfagur og fleiri litbrigdi síggjast. Vanligast er hann grábrúnur við strípum, men stundum hevur hann blettir ístaðin fyri strípur, og stundum er hann einlittur og hevur hvørki strípur ella blettir. Eitt ið eyðkennir hetta slagið, er kjølurin eftir rygginum og tað at andingaropið er aftanfyri kápuna, mótsatt Arionslektini har andingaropið er frammanfyri kápuna.

Har Leopardsnigil finst í Føroyum, sæst hann allastaðni í bygdum øki, í urtagørðum, í bønum og á gongubreytum. Ikki er greitt um hann trívist uttangarðs.

Mótsatt morsniglinum tykist leopardsnigilin vera púra óskaðiligur.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið