Lily Cole

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lily Cole

Lily Luahana Cole (fødd 27. desember 1987 í Torquay) er ein ensk modell og sjónleikarinna. Hon byrjaði at starvast sum modell sum 14-ára gomul. Hon var á forsíðuni á enska blaðnum Vogue sum 16-ára gomul. Hon hevur arbeitt fyri fleiri kend vørumerki, eitt nú Vogue alheims, Alexander McQueen, Chanel, Louis Vuitton, Jean Paul Gaultier, Marc Jacobs, Prada, De Beers og Moschino. Aðrir kundar eru m.a. Numero, Christian Lacroix, Hermès, og Galliano. Lýsingarherferðir ið hon hevur verið modell fyri eru m.a. Longchamp, Anna Sui og Cacharel.[1] Hon hevur sminkusáttmála við Rimmel London. Hon er á listanum hjá Vogue Paris sum ein av topp 30 modellunum í 2000-árunum.[2]

Í 2007 byrjaði hon at spæla smærri leiklutir í filmum, og í 2009 spældi hon sín fyrsta høvuðsleiklut, tað var í filminum The Imaginarium of Doctor Parnassus.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. telegraph.co.uk
  2. "LES 30 MANNEQUINS DES ANNÉES 2000" (in French). Vogue. Condé Nast Publications. 18 December 2009. http://www.vogue.fr/mode/en_vogue/091218-les-mannequins-des-annees-2000.aspx. Heintað 20 January 2010. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið