Jump to content

Leyvtrø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Leyvtræ)

Leyvtrø eru eyðkend á bløðunum, hvussu tey eru vaksin, og hvussu tey standa á greinunum. Bløðini á leyvtrøum eru so ymisk, bæði hvussu tey eru skipað og æðrað. Roynitræ, ahorn og pílatræ eru leyvtrø. Um veturin eru trøini í dvala. Leyvtrøini missa bløðini, tí so setur nógv minni vatn út úr teimum. Mesta vatnið setur út gjøgnum bløðini. Men á teimum klønu greinunum á leyvtrøunum sita knappar, og inni í knøppunum liggja bløðini, sum spretta, tá ið várið kemur. Nógv nálatrø og leyvtrø standa grøn allan veturin. Men hesi sløgini eru lágvaksin. Tey breiða seg um garðin og liggja væl niður yvir moldina og verja hana, so hon fýkur ikki burtur.


Vanligastu leyvtrøini í Norðurevropa eru eik og bók. Fýra leyvtrø vóru vanlig í Føroyum uml. 1850: urtapílur, loðpílurpálmapílur og arktiskur pílur. Tey bæði seinastu eru nærum avoydd av seyði.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]