Jump to content

Leyva

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Leyva - Ljón - Løva
Afrikonsk Leyva í Namibia
Afrikonsk Leyva í Namibia

Vulnerable
Varðveitingarstøða
Viðbrekin
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Felidae
Slekt: Panthera
Linnaeus, 1758
Slag: P. leo
Upprunaliga (reytt) og núverandi (blátt) útbreiðsluøki hjá leyvum.

Leyva, (eldri bíbliumál: ljón, talumál: løva) (frøðiheiti - Panthera leo) er eitt stórt rándýr av kattarætt.

Best kenda leyvan í dag er Afrikanska leyvan

Afrikanskar kvennleyvur halda til í føstum samløgum og ansa ungunum hjá hvør aðrari. Ungarnir berjast í spølni, og soleiðis venja teir seg at veiða sjálvir. Leyvur taka nógv ymisk súgdjór á grasfløtunum, tær leggja til dømis eftir ungum fílum, gnýum og giraffum. Tær halda seg í bólkum, einar 5-40 saman. Har eru nakrar fáar kallleyvur og nógvar vaksnar kvennleyvur við ungum sínum.

Leyva er einasti stórkøtturin, ið heldur saman í flokkum ella ættarbólkum, upp í einar 40 í hvørjum. Flokkurin ræður á einum 100 km2 stórum øki ella størri, alt eftir, hvussu veiðimøguleikarnir eru. Stóra kallleyvan verjir búøkið og kvennleyvurnar. Leyvur halda mest til á grasfløtum, og tað eru serliga kvennleyvurnar, ið veiða.

Leyva tekur oftast stór dýr, t.d. antilopu og sebru. Ein giraffur er nóg mikið at metta stóran leyvuflókk. Ein leyva kann skræða í seg 23 kg av kjøti í einum - tað sama sum 350 pylsur! Leyvur og aðrir stórkøttir hava sterkan, stuttan skølt av bíta fast. Tey taka við stóru, hárhvøssu tøkutonnunum. Teir stóru jakslarnir bíta væl á bróski og vøddum.

Kallleyvan er tann sterkasta í flokkinum. Hon verður 2,5 metrar long og hægri enn metur upp á háryggin. Kallleyvan hevur stórt ývið framvaks.

Upp til 12 ymisk undirsløg av leyvu (ljóni) eru eyðmerkt, m.o. Asiatisk leyva, Berbaraleyva og Kappleyva.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið