Leynavatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Leynavatn er vatn í Føroyum í Streymoynni, 0,2 km² til víddar. Vatnið er í Kollfjarðardali og er mark millum hagarnar í Kollafirði, Leynum og Kvívík. Í gomlum døgum hevur navnið Leynavatn helst bara verið brúkt av ferðafólki til gongu gjøgnum Kollfjarðardal. Leyningar róptu tað bara "Vatnið" og søgdu "Frammi á Vatni". Í Kollafirði eitur tað Breiðavatn, og kollfirðingar siga "Frammi við Breiðavatn" ella "Frammi á Breiðavatni". Her skal nevnast at hini bæði vøtnini í Kollfjarðardali verða saman rópt Mjáuvøtn.


Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]