Levi Hanusarson
Levi Hanusarson (føddur 5. september 2005, á Nesi) er ein føroyskur rennari (Racerunning)[1][2]
Hann luttók fyri Føroyar í altjóða kappingini fyri ung ítróttarfólk við breki (World Para Athletics Junior Championships) ið var hildin í Nottwil nærindis býnum Luzern í Sveis í 2019.[3]
Tann 3. august 2019 setti hann eitt heimsmet. Hann rann heimsins bestu tíð í 100m Racerunning fyri U16 í bólki RR1.[4][5] Nakrar vikur seinni varð metið góðkent av Racerunning.[6]
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Levi Hanusarson, racerunning.org
- Nottwil 2019: Breathless third day, paralympic.org
- Official World Rankings 2019, db.ipc-services.org
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Tey venja óansæð veður og vind, in.fo, 26. aug. 2019
- ↑ What is RaceRunning?, racerunning.org
- ↑ Nottwil 2019: Breathless third day, paralympic.org
- ↑ Levi Hanusarson sligið heimsmet í RaceRunning - roysni, portal.fo, 3. aug. 2019
- ↑ Levi hevur sett heimsmet, in.fo, 3. aug. 2019
- ↑ RaceRunning world records - male - U16 - RR1 - 100 M - Levi Hanusarson, racerunning.org