Leicester



Leicester er ein býur í Onglandi, eystan fyri Birmingham og sunnan fyri Nottingham. Áin Soar rennur ígjøgnum býin. Í Leicester búðu í 2021 fleiri enn 368 túsund fólk.[1] Býurin liggur í greivadøminum Leicestershire, sum er partur av East Midlands økinum. Høvuðssætið hjá greivadøminum er í Leicester.
Elsta kirkjan í býnum er Niklasarkirkjan frá 9. øld.
Kend fólk[rætta | rætta wikitekst]
- Jon Lord (*1941), tónleikari (Deep Purple)
- Gary Lineker (*1960), fyrrverandi fótbóltsleikari
Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Almenna heimasíðan: leicester.gov.uk
- Leicester, wikivoyage.org
Coordinates: 52°38′5″N 1°7′48″W / 52.63472°N 1.13000°W
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ United Kingdom: Major Cities in England, citypopulation.de