Landspartar í Írlandi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Landspartar Írlands
(Fimtingar Írlands)
Provinces of Ireland
Cúigí na hÉireann
Leinsters flag
Kort
Leinster i Irland
  Leinster
  Munster
  Connacht
  Ulster
Dáta
Vídd: 84.421 km²
Fólkatal: 6.241.700 (2011)

Írland hevur søguliga verið býtt sundur í fýra landspartar: Leinster, Ulster, Munster og Connacht. Írska heitið fyri hesa landafrøðiligu sundurbýting, "cúige", ið merkir "fimtingur", sipar til at einaferð vóru fimm landspartar; tann fimti landsparturin, Mide (Meath), varð innlimaður í Leinster, meðan partar av honum fullu til Ulster.

Upprunaliga býtið var: Leinster, Munster, Mide, Connacht og Ulster.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið