Laðangarður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Laðangarður var ein bóndagarður í Sumba. Laðangarður spælir ein stóran leiklut í fleiri føroyskum sagnum. Regin í Hørg og sonur hansara Jenis Reginsson í Laðangarði komu úr Laðangarði. Jenis verður nevndur í søgnini um Toftaregin.