LSD

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kemiska samansetingin av LSD.

LSD, ið er ein stytting fyri LysergSýra Diethylamid, er eitt hallusinogent rúsevni. Viðhvørt verður LSD eisini nevnt við slangorðinum "sýra" ella "tripp".

LSD varð í 1950-árunum nýtt í samrøðuviðgerð av sálarsjúklingum, av tí at man metti tað at vera ein snarveg til at fáa sjúklingin at opna upp fyri tað undirbevísta.

LSD er eitt tað sterkasta psykoaktiva evnið, vit kenna. Ein vanlig dosa er millum 100 og 500 mikrogram. Hetta svarar til umleið 1/10 av vektini á einum sandkorni. Tað verður vanliga selt sum frímerki á ólógliga marknaðinum. Hetta eru smá pappírspetti, har ein dropi av LSD er dryppaður á, svarandi til eina dosu. Frímerkini eru ofta prýdd við ymiskum litríkum myndum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið