Líkklæði í Torino

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Líkklæðið í Torino er heimsins mest granskaði fornfrøðiligi lutur. Í 1978 fingu granskarar loyvi at taka royndir og myndir av klæðinum. Í eini trý ár nýttu umleið 400 granskarar samlað umleið 250.000 tímar at granska líkklæðið. Líkklæðið er eitt línklæði av lørift. Støddin 1,14 x 4,42 metrar, vovið í einum serligum mynstri, sum var kent í Miðeystri á Jesusar tíð. Líkklæðið hevur eina mynd av einum manni, sum hevur ligið á teirri eini síðuni á klæðinum. Hin síðan hevur verið samanløgd yvir høvdið á honum. Tað er tí ein mynd av bæði mansbaki og andliti.

Myndin av manninum er ein skuggalíknandi mynd uttan greiðar linjur. Í 1898 fekk ólærdi myndamaðurin Secondo Pia eina óvæntaða gleði, tá ið hann stóð við einum negativi, eftir at hava tikið eina mynd av klæðinum, tað var nevniliga ein positiv. Hann varð tá greiður yvir, at talan var um eitt speglvent negativ. Sæð frá einum natúrvísindaligum sjónarhorni, er tað enn ein gáta, hvussu myndin er íkomin, og enn í dag hevur ikki verið gjørligt at endurskapa líknandi mynd.

Sniðið á líkklæðnum er millum 174 og 183 cm til longdar. Tað eru millum 90 og 120 merki av koyrlasløgum. Afturrokningar geva greiðar ábendingar, tí hesi merki hava somu mát sum tann rómverski koyrilin “flagrum plumbatum”. Tað eru eyðkendar blóðstrípur á høvdi, hondum og í høgru bringu. Blóðið er mannablóð. Máti á sárinum á bringuni, er áleið tað sama sum á einum rómverskum spjóti. Millum annað, ið eru funnið saman við klæðinum, eru blómupollen frá plantu, sum er sera sjáldsom uttan fyri økið í Suðurísrael. Somuleiðis er blómpollen funnið, ið er frá teimum støðum, harí klæðið allarhelst hevur verið í varðveitslu í longu søguni hjá klæðinum.

Á eygunum finnast avrit av myntum. Ein granskari hevur funnið 74 støð, ið vísa avrit av myntum í líkklæðinum. Hesar mynturnar samsvara við ein “prutah”, ið varð nýtt av Pointius Pilatus í árunum 29 til 32 e. Kr.. Í 1979 vóru tað tiknar royndir, við klistribandi, av tí skarni og dusti, ið enn sat á klæðinum. Tað vísti seg, at ein sjáldsamur límsteinur (harður kálksteinur úr jarni og strontium) varð funnin við føturnar, ella í niðara partinum av líkklæðinum. Tað einasta staðið, har funnið er líknandi evni við somu samansetingum, er í Jerúsalem umráðnum.

Tann 21. apríl 1988 klipti granskarin Giovanni Riggi nakrar fersentimetrar av einum horni á líkklæðinum. Tríggjar ymiskar kanningarstovur funnu, við hjálp av kolstof-14 mátingarháttinum, útav, at klæðið, við 90 prosent trygd, var frá árunum millum 1260 og 1390. Granskarin, Edward Hall, frá universitetinum í Oxford, endaði framløguna av úrslitinum við orðunum: “Vit hava víst, at líkklæðið er svik. Ein og hvør, sum er ósamdur við okkum, hoyrir til tann bólkin, ið enn trýr, at jørðin er fløt”.

Niels Svensson vísir á fleiri viðurskifti, ið gera, at tað úrslitið er ónýtiligt. Tann týdningarmesta atfinningingin, er, at tann royndin, av líkklæðinum, ið tíðarrokningin er gjørd av, er eftir øllum at døma klipt úr einum plaggi, ið er vovið inn í líkklæðið í miðøldini, altso eitt stykki, ið seinni er vovið uppí klæðið fyri at umvæla tað. At klæðið, gjøgnum sína ivasomu og baldruta søgu, bæði hevur verið úti fyri eldi og vorðið kókað í linolju, eru viðurskifti, ið gera kolstof-14 mátingarháttin sera óvissan.

Tey, sum ynskja at próvføra, at líkklæðið er framleitt í miðøldini, hava eina stóra avbjóðing. Tann, ið ynskir tað, skal gera øðrum sannlíkt, at ein listamálari í 13. øld kendi til eina tøkni, sum eingin í dag er mentur at gera honum eftir. Hann skuldi arbeiða á ein hátt, ið ikki var kendur tá – og so enntá í einum negativi, sum annars var eitt ókent hugtak. Hann skuldi vita nakað um blómupollen og steinasløg. Hann skuldi eisini vita, at í eini krossfesting vóru sjálvir naglarnir drignir ígjøgnum handliðin og ikki ígjøgnum lógvan. Hann hevði eisini verið noyddur at vitað nakað um myntuna, ið Pilatus nýtti og breiddina á einum rómverskum spjóti. Hann skuldi enntá minnast til stívleikan á einum líki, og at beinini tí skuldi verða boygd, osfr. osfr. ja, listin er langur.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið