Kvívíkingur 8-mannafar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kvívíkingur

Kvívíkingur er eitt føroyskt 8-mannafar sum hoyrir til Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag. Báturin er ljósabláur, við myrkabláum stokkum og reyðari rond.

Kvívíkingur hevur verið føroyameistari í 8-mannaførum 7 ferðir. báturin gjørdist føroyameistari árini 1978, 1979, 1980, 1981, 1996, 2002 og í 2014.