Kristoffur Hentze
Kristoffur Hentze | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1982 |
Dátuheiti |
Kristoffur Hentze (f. 1982) er føroyskur svimjari. Hann svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í 1997, 1999 og 2003. Hann vann ikki nakað heiðursmerki á Oyggjaleikunum.[1] Hann og tríggir aðrir hava sett føroyskt met í 4 x 100 m frí á langbana, hinir svimjararnir eru: Aksal Norðfoss, Jóannes á Fløtti og Andrass Thomsen, teir settu met við tíðini 3:57.08, tíðin er enn (mai 2013) tann skjótasta fyri ikki-landslið, skjótasta tíðin sum eitt føroyskt landslið hevur sett er 3:46.49. Á FM-stevnu í 1999 settu Kristoffur og tríggir aðrir føroyskt met í 4 x 200 m frí við tíðini 8:11.62, hinir tríggir vóru: Bogi Lenvig, Heini Harryson og Kristian Martin Joensen. Metið var tikið 11 ár seinni, tá teir fýra úr Susvim Eyðbjørn Joensen, Jón Hofgaard, Sofus Bech og Pál Joensen svumu teinin við tíðini 8:11.26.[2]