Kristnastova
Appearance
Kristnastova kallast samkomuhús hjá Brøðrasamkomuni í Keypmannahavn. Hjúnini Susan og Øssur Berghamar byrjaðu virksemið millum føroyingar í Keypmannahavn í eini íbúð á Oxford Allé í 1973, men skjótt gjørdust hølini ov smá, og á sumri 1979 vóru eini stór sethús keypt á Birmavej 36 á Amager; har hevur virksemið hildið til síðani.