Kristiansands kommuna
Appearance
| Skjøldur | Kort |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Fylki: | Agder |
| Vídd : | 644,16 km² |
| Íbúgvar: | 112 588 (2021) |
| Staðseting: | 58°8′48″N 7°59′44″E |
| Heimasíða: | kristiansand.kommune.no |
Kristiansand er ein kommuna í Agder í Noregi. Kristiansand er eisini navnið á býnum í kommununi, har fyrisitingin hjá kommununi er staðsett. Kristiansand er tann størsti býurin í Sørlandet-stórøkinum. Í 2021 búðu fleiri enn 112 túsund fólk í Kristiansands kommununi.
Kommunan hevur mark við Lindesnes móti vestri, við Vennesla og Birkenes móti norðri, og við Lillesand í eystri. Økið í sunnara parti av kommununi liggur fram við sjóvarmálanum.

Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: www.kristiansand.kommune.no
