Krabbameinsfelagið
Krabbameinsfelagið varð stovanð í januar 1979 og æt inntil mei 2009 Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakari var Lions felagið í Tórshavn eftir uppskoti frá lionsmanninum Bjarna og konu hansara Sannu Dahl Niclasen. Felagið hevur í dag umleið 1.500 limir.
Felagið hevur ráðgevingarstovu, og kunnu krabbameinssjúklingar og avvarandi seta seg í samband við ráðgevingarstovuna og fáa ráð, leiðbeining og stuðul. Krabbameinsfelagið veitir stuðul og hjálp til fólk við krabbameini og/ella avarandi teirra til at byrja í sjálvshjálparbólki. Endamálið við slíkum bólkum er, at hesi fólk koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, - veita hjálp til sjálvhjálp. Í felagnum eru fýra fastir sjálvhjálparbólkar: "Stomi-bólkur", "Foreldrabólkur at børnum við krabbameini", "Bólkur fyri kvinnur, sum hava - ella hava havt - krabbamein í undirlívinum" og bólkur nevndur "Bót til bata".
Felagið verður annars stýrt av eini 5-manna, ið er samansett av læknum, sjúkrasystrum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og avvarandi.
Endamál felagsins er:
- á ymsan hátt at upplýsa um krabbamein og hvussu hetta kann fyribyrgjast.
- at veita stuðul til gransking av krabbameinssjúkum.
- í serligum førum at veita krabbameinsraktum fólki hjálp.