Kolinda Grabar-Kitarović

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kolinda Grabar-Kitarović í 2017

Kolinda Grabar-Kitarović (fødd 29. apríl 1968 í Rijeka) er ein kroatiskur diplomatur og politikari (HDZ).[1] Hin 15. februar 2015 gjørdist hon forseti í Kroatia[2] eftir valsigurin 11. januar 2015.[3] Hon gjørdist fyrsti kvinnuligi forsetin í Kroatia, tá ið hon varð svorðin í eið 15. februar 2015. Frá 2005 til 2008 var hon fyrsti uttanríkisráðharrin hjá Kroatia..[4]

Kolinda Grabar-Kitarović búði í USA eitt skifti, meðan hon vaks upp. Seinni tók hon prógv frá Los Alamos High School í Los Alamos í New Mexico.[5] Hon hevur mastergrad í altjóða politikki frá universitetinum í Zagreb.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Der Standard 12. Januar 2015: Euroatlantikerin Grabar-Kitarovic an der Spitze Kroatiens heintað 12. januar 2015
  2. «New Croatia President Grabar-Kitarovic urges national unity to revive economy», Euronews, 15. februar 2015. Heintað 16.februar 2015.
  3. Frankfurter Allgemeine Zeitung 12. januar 2015: Kitarovic wird neue Präsidentin heintað 13. januar 2015
  4. 4.0 4.1 Natos internettside vitjað 13. januar 2015
  5. Almenna lívssøgan, kroatiska stjórnin (kroatiskt) vitjað 13. januar 2015


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið