Klamydia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Chlamydia trachomatis undir mikroskopi.

Klamydia er vanlig kynssjúka, ið kemur av smittu við bakteriuni Chlamydia trachomatis. Klamydia er ein ein bakteria, sum er orsøkin til mest vanligu kynssjúkuna millum ung, eisini í Føroyum. Klamydia smittar við samlegu. Klamydiaátakið 2010 vísti, at av teimum sum lótu seg kannað, høvdu 7 % Klamydia. Líknandi kanningar aðrastaðni vísa, at millum 5 og 8 % hava Klamydia. Hildið verður, at umleið 7. hvør ungur í Føroyum antin hevur ella hevur havt Klamydia.

Klamydia kann gera tað verri fyri kvinnuna at gerast við barn, um hon ikki fær viðgerð, umframt, at graviditetur uttanfyri lívmóðurina kann vera sera vandamikil fyri kvinnuna. Hjá monnunum hevur Klamydia ikki so álvarsligar fylgjur, hóast hon ikki verður viðgjørd, men kann verða ótespilig at ganga við. Hjá nøkrum førir hon tó til bruna í eistrunum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið