Klæmint I Pávi
Appearance
Klæmint I Pávi, eisini Sankta Klæmint av Róm (á latínskum: Clemens Romanus), († ? - * uml. 107) var pávi ár 92-99. Vit vita, at hesin Clemens livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara sum biskupur í Róm. Klæmint I var fyrsti Apostólski Faðirin í fornkirkjuni. Eftir øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið verður rópt Fyrra Klæmintsbræv, sum er frá árinum 96. Um Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur, og sagt verður frá, at hann endaði dagar sínar við at verða blakaður í havið við einum akkeri um hálsin. Hann hevur síðani tá verið virdur sum ein av verndamonnunum hjá teim sjófarandi. Latínska navnið Clemens merkir hin mildi. Klæmintsmessa hevur navn eftir honum.