Kjak:Magnus Heinason (persónur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

At Magnus Heinason skal vera føddur í Oyndarfirði er rættiliga ósannlíkt. Faðirin, Heini Havreki, var prestur (og próstur) á Nesi 1541 - 1562 (el. 1563). Prestagarðurin á Nesi var fyri alla Eysturoynna og nógv jørð, eisini í Oyndarfirði, varð knýtt at honum. Magnus kann væl hava verið uppisitari fyri faðirin í Oyndarfirði eftir at hann var tilkomin, men at móðirin, tann norska Gyrid (2 gifta hjá Heina), ið búði á Nesi øll árini hon var í Føroyum, skal vera farin norður til Oyndarfjarðar at eiga barn er ikki serliga sannlíkt.

Heini Havreki á Nesi

Skrivað 23.11.2010