Kiri Te Kanawa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kiri Te Kanawa í 2013.

Kiri Janette Te Kanawa (fødd sum Claire Mary Teresa Rawstron 6. mars 1944 í Gisborne í Nýsælandi) er nýsælendsk sopransangarinna.[1]

Yrkisleiðin hjá henni sum operasangarinna byrjaði í London desember 1968 og vardi til 2017. Hon sang í teimum stóru operahúsunum kring heimin og var serliga kend fyri sínar tulkningar av Mozart og Richard Strauss.

Í 1981 sang hon í St Paul’s dómkirkjuni í London, tá tann bretski trónarvingurin, Charles krúnprinsur, giftist við Dianu prinsessu.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kiri Te Kanawa, imdb.com