Kingmanoyggj

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kort, ið vísir staðseting Kingmanoyggjar.

Kingmanoyggj er ein amerikonsk oyggj, ið liggur í ein landnyrðing frá stórbýnum Washington D.C. Oyggin, sum er umringað av Kingmanvatni, er gjørd av mannahondum, og varð liðug í 1916. Síðani 2010 hevur helvtin av oynni verið ein golfvøllur, ímeðan hin helvtin er óbygd.

Oyggin, og vatnið sum umringar hana, eru nevnd eftir verkføðinginum og generalinum Dan Christie Kingman, sum er fyrrverandi ovasti í United States Army Corps of Engineers.