Kiel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kiel

Kiel er havnarbýur í Norðurtýsklandi. Hann liggur báðumegin Kielarfjørðin við Eystrasaltið.

Býurin er høvuðsstaðurin og størsti býur í týska stakríkinum Schleswig-Holstein. Hann er týdningarmesta herflotahavnin í Týsklandi.

Í 2018 búðu í Kiel uml. 247.500 fólk.

Kiel er universitetsbýur. "Christian-Albrechts-Universität" varð sett á stovn í 1665 og var um hetta mundið norðasta universitetið í tí Heilaga rómverska ríkinum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Kiel varð grundlagdur í 13. øld. Upprunaliga navnið á miðlágtýskum var Holstenstadt tom Kyle

  • Í 1242 fekk Kiel býarrættindi.
  • Í 1283 gjørdist býurin limur í Hansa-samgonguni.
  • Í 1518 varð býurin útihýstur frá samgonguni.
  • Í 1665 varð lærdi háskúlin settur á stovn.
  • Í 1773 gjørdist Kiel danskur býur.
  • Í 1813 hersetti Svøríki býin.
  • Í 1864 hersettu Eysturríki og Prussland býin.
  • Í 1866 verður Schleswig-Holstein landslut í Prusslandi og Kiel gerst høvuðsstaðurin.
  • Í 1946 gerst Schleswig-Holstein stakríki við Kiel sum høvuðsstaður

Kielarfriðurin[rætta | rætta wikitekst]

Friðarsáttmálin millum Danmarkar og Svøríkis: Eftir samráðingar í fýra dagar varð friðarsáttmáli undirskrivaður í Kiel í Holsteini 14.-15. januar 1814 - á tí sonevndu Kielar-náttini.[1][2][3]

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 54°19′31″N 10°8′26″E / 54.32528°N 10.14056°E / 54.32528; 10.14056

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Helgoland og Norðurhavsoyggjar, fsj.fo
  2. Ljónið út, veðrurin inn, Norðlýsid Nr. 18 - 28. mai 2014, bls. 8
  3. Kielfreden, kongehuset.no