Jump to content

Kefalonia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kefalonia
Landafrøði
Vídd781 km²
Umsiting
Land Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal35.801 (2011)
Íbúgvatættleiki46 /km²

Kefalonia (grikskt: Κεφαλονιά, Κεφαλλονιά) fyrr eisini nevnd Kefallinia er tann størsta av teimum Jónisku oyggjunum í Vestur grikkalandi. Oyggin er eisini ein regional eind í Región Jónisku Oyggjar. Høvuðsbýurin á Kefalonia er Argostoli.[1]

Jarðfrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Melissani holan.
Tann kenda Myrtos strondin.

Oyggin er 781 km2, umleið ein triðingur av fólkunum búgva í Argostoli. Lixouri er tann næststørsti býurin, og tilsaman búgva 2/3 av íbúgvunum á Kefalonia í teimum báðum býunum. Kefalonia liggur mitt í miðdeplinum fyri eitt jarðskjálvta øki, og smáir jarðskjáltar sum ikki merkjast henda á hvørjum ári. Í 1953 hendi ein stórur jarðskjálvti, sum legði nærum alla oynna í oyði, bert bygdin Fiskardo har norðuri á oynni var so gott sum órørdur. Fleiri serstøk náttúrufyribrigdi eru á oynni, teirra millum er Mellisani holan, við einum vatni, sum er bæði uttanfyri holuna og inni í holuni og Koutavos vatnið í Argostoli.

Fjøll og trø

[rætta | rætta wikitekst]

Hægsta fjallið á oynni er Ainos fjallið, sum er 1628 m høgt; í ein útnyrðing eru Paliki fjøllini, har Lixouri er saman við øðrum fjøllum sum Geraneia (Gerania) og Agia Dynati. Toppurin á Ainos fjallinum er yvirvaksin við Abies cephalonica (grikskum granntrøum) og er ein náttúrupark. Oyggin hevur verið illa plágað av skógareldum í 1990-árunum og í 2000-árunum.

Djóralív

[rætta | rætta wikitekst]

Kefalonia er væl kend fyri tær stóru havskjaldbøkurnar (Caretta caretta), ið leggja síni egg á Kaminia strondini. Skjaldbøkurnar verða vardar av einum Havskjaldbøku Verju-felagsskapi.[2]

Millum eysturstondina og oynna Ithaka, heldur ein hóttur kópur til, munkakópurin (Monachus monachus).

Yvir 200 ymisk fuglasløg eru sædd á Kefalonia.[3]

Fólkatalið

[rætta | rætta wikitekst]
ÁrFólkatal
187968.321[4]
189670.077[5]
192055.030[6]
194058.437[7]
196139.793[8]
198141.319[9]
200136.404[10]
201135.801

Kirkjur og klostur

[rætta | rætta wikitekst]

Á oynni eru fleiri klostur og kirkjur, tvey klostur eru á tí breiða partinum av oynni: Aghia Panagia í Markopoulo í ein landsynning og Sankta Gerasimus av Kefalonia, sum liggur ávegis millum Argostoli and Michata í einum dali, umgyrt av fjøllum. "Sissia" klostrið sigst vera stovnað av Frans av Assisi, tað varð oyðilagt av jarðskjálvtalnum í 1953, men leivdirnar av tí síggjst enn.

  1. ↑ Lógin hjá Kallikratis Archived 2018-06-12 at the Wayback Machine Innlendismálaráð Grikkalands
  2. ↑ Loggerhead Turtles In Kefalonia[deyð leinkja]
  3. ↑ "Loggerhead Turtles In". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-06-09. https://web.archive.org/web/20130609074455/http://www.allkefalonia.com/ou-nature.html. Heintað 2013-04-22.
  4. ↑ Detailed census results 1879 dlib.statistics.gr
  5. ↑ Detailed census results 1896
  6. ↑ Detailed census results 1920
  7. ↑ Detailed census results 1940
  8. ↑ Detailed census results 1961
  9. ↑ "Detailed census results 1981". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-05-04. https://web.archive.org/web/20170504073623/http://dlib.statistics.gr/Book/GRESYE_02_0101_00079.pdf.
  10. ↑ Detailed census results 2001 dlib.statistics.gr

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið